Betri

Støkksangurin

Varð yrktur í samband við 40-ára føðingardagin hjá felagnum!

Orð og lag: Niklas Johannesen

Heiti: "Flikk flakk"


Støkk hevur lært okkum mangt og hvat

at ganga í takt og eisini strekkja tær

at bólta rút skjótt so at hjarta harðari slær


Støkk er gott fyri kropp og sál

og hevur ment okkar felags mál

í 40 ár tí hevja vit takkarskál


Niðurlag:
Flikk flakk, vit gera flikk flakk

vit standa saman og halda á

flikk flakk, vit gera flikk flakk

vit eru S-T-Ø-K-K


Vit bólta rút og vit ganga í takt

vit verja borg og vit halda vakt

yvir okkara kæra fimleikafelag


Til Havnar vit fara á rull

og høllin er stúgvandi full

verður tað bronsa - Noy

silvur - Noy

Vit vilja hava GUUULL! 
Tiltøk
17.11
leygardagur
Liðkapping í amboðsfimleiki
26.01
leygardagur
1. steypakapping í estetiskum fimleiki
02.02
leygardagur
1. steypakapping í amboðsfimleiki
16.02
leygardagur
2. steypakapping í amboðsfimleiki
16.03
leygardagur
2. steypakapping í estetiskum fimleiki
04.05
leygardagur
FM-undankapping í estetiskum fimleiki
05.05
sunnudagur
FM í estetiskum fimleiki