Betri

Um breiddarfimleik Í Støkk leggja vit stóran dent á, at øll skulu hava møguleika at íðka fimleik. Tískil hava vit breiddarlið, sum umfata so at siga allar aldursbólkar.
Tá eitt nýtt fimleikaár byrjar, í august-septembur mánaði, hevur íðkarin møguleika at tekna seg til okkurt av breiddarliðunum. Her eru lið fyri bæði gentur og dreingir frá 1. flokki og uppeftir. Harumframt eru lið fyri børn undir skúlaaldur, og onnur lið so sum "Ungar kvinnur", "Styrki og konditión", "Løtt motión" og grundvenjing í estetiskum- og amboðsfimleiki fyri børn. Hesi venja einaferð um vikuna fram til árligu fimleikaframsýningina hjá felagnum.

Til komandi fimleikaár 2018/19 er avgjørt, at framsýningin verður 30.-31. mars 2019 í Bylgjuni.

Tiltøk
26.01
leygardagur
1. steypakapping í estetiskum fimleiki
02.02
leygardagur
1. steypakapping í amboðsfimleiki
16.02
leygardagur
2. steypakapping í amboðsfimleiki
16.03
leygardagur
2. steypakapping í estetiskum fimleiki
04.05
leygardagur
FM-undankapping í estetiskum fimleiki
05.05
sunnudagur
FM í estetiskum fimleiki
16.05
hósdagur
Góðkenningardagur