Tilmelding 2019/20
Fyri at luttaka fimleikaárið 2019/2020 er neyðugt at tilmelda og gjalda umvegis heimasíðuna. Vinarliga kunnið tykkum niðanfyri, áðrenn tit tilmelda!
Stovna vanga
Fyri at tilmelda, er fyrst neyðugt at stovna ein vanga. Um tú/tit hava stovnað ein vanga t.d. seinasta fimleikaár, er ikki neyðugt at stovna ein nýggjan - tá verður innritað við brúkaranavni og loyniorði. Um tit ikki minnast loyniorðið, ber til at velja teigin "Gloymt loyniorð".
Tað er umráðandi, at hvør einstakur íðkari hevur ein vanga, og tað eru upplýsingar viðvíkjandi barninum, sum skulu brúkast, tá vangin verður stovnaður.
Luttøkugjaldið fyri fimleikaárið 2019/2020
Undir skúlaaldur 600 kr.
Í skúlaaldri 1 tíma 600 kr.
Í skúlaaldri 1,5 tíma 650 kr.
Í skúlaaldri 2 tímar 700 kr.
Í skúlaaldri 2,5 tímar 750 kr.
Í skúlaaldri 3 tímar 800 kr.
Løtt motión og Linedansur 55+ 300 kr. pr. hálvár
Onnur breiddarlið 650 kr.
Kappingarlið 1800 kr.
Fyrireikingarlið estetiskt 1000 kr.
Fyrireikingarlið amboð yngri 1000 kr.
Fyrireikingarlið amboð eldri 1200 kr.
Eykalið 50 % av kostnaðinum
Afturrindan av luttøkugjaldi
Um so er, at fimleikari av eini ella aðrari orsøk gevst at íðka fimleik, verður luttøkugjaldið afturrindað. Hetta er tó treytað av, at felagið fær fráboðan, áðrenn heystfrítíðin byrjar.
Eru spurningar og ivamál viðvíkjandi tilmelding og gjaldskipan, ber til at seta seg í samband við Sæunn L. Nolsøe á tlf. 230646.
Vel leinkið niðanfyri fyri at tilmelda og gjalda