Betri

Summarvenjing í amboðsfimleiki byrjar í morgin
29. mai 2012
Sum nakað nýtt fara vit í ár at hava summarvenjing í amboðsfimleiki fyri gentur.

Allar gentur frá 1. flokki og uppeftir, sum hava áhuga at royna seg í amboðsfimleiki, kunnu venja við.

Vant verður hvønn mikudag nakrar vikur fram, og er fyrsta venjing í morgin, 30. mai, frá kl. 16.30-18.00 í venjingarhølunum hjá felagnum á kaiini í Saltangará.
Allir aldursbólkar venja saman.

Kostnaðurin fyri venjingina er 150 kr. pr. fimleikara, og gjaldið skal flytast á konto 9865 1033365 í Norðoya Sparikassa áðrenn fyrstu venjingina - fimleikarin skal taka kvittan við til fyrstu venjing. Um fimleikarin ikki hevur goldið áðrenn, ella ikki hevur pening við til venjingina, ber ikki til at luttaka í venjingini.