Betri

LOA-grunnurin stuðlar nýggju fimleikahøllini
12. juni 2012
LOA-grunnurin hevur í dag játtað 4 mió. kr. í stuðli til nýggju fimleikahøllina. Við hesum stuðli er ætlanin nú at gera broytingar í vinnandi uppskotinum, so at nýggja høllin gerst størri og betri.

Hendan upphæddin kemur afturat tí upphædd, sum Runavíkar Kommuna longu hevur sett av til verkætlanina. Ein fortreyt fyri, at LOA-grunnurin stuðlar við hesi upphædd er, at Runavíkar Kommuna finnur aðrar 1,7 mió kr. til verkætlanina, sum eru neyðugar, um ætlaðu tillagingarnar skulu gerast.

Síðani vinnandi uppskotið, um at byggja fimleikahøllina við Løkin, varð funnið í februar í ár, hevur tætt samskifti verið millum Runavíkar Kommunu og LOA-grunnin við tí fyri eyga at betra uppskotið. Í samráð við LOA-grunnin eru ymiskar broytingar gjørdar í vinnandi uppskotinum.
Hesar eru m.a.:

  • Fimleikahøllin er breiðkað, soleiðis at betri pláss er til ymiskar venjingar og frítt virksemi og spæl á sunnaru síðu.
  • Sambindingin millum fimleikahøllina og ítróttarhøllina er vorðin meira opin til gagns fyri størri tiltøk, og til íblástur, eggjan og synergi millum ymiska virksemi í høllini og møguligar áskoðarar. Tað ber tó til at steingja av við dragihurðum.
  • Balkongin omanfyri áskoðaraplássini í fimleikahøllini fevnir nú um alla norðursíðuna av fimleikahøllini.
  • Vestari partur av balkongini er settur av til styrki og konditiónsvenjing fyri allar ítróttargreinar.
  • Eystari partur av balkongini er settur av til uppihald.
  • Tøka plássið til vanligan fimleik er viðkað.
  • Endaveggurin í verandi ítróttarhøll eystureftir verður tikin niður, so hondbóltsvøllurin gerst størri og kann lúka neyðugar treytir.
  • Eitt útiøki við útgerð til virksemi, sum avspeglar virksemið innandura, verður gjørt.
  • Um nýggja høllin verður bygd við studningi frá LOA, økist víddin á veghæddini við 217 m2 og á fyrstu hædd við 112 m2, í mun til vinnaraverkætlanina.

Tætt samskifti hevur verið millum kommununa og Lokale- og Anlægsfonden um verkætlanina, síðani Runavíkar Kommuna á sumri 2011 samtykti at byggja nýggja fimleikahøll við Løkin í Runavík.

LOA-grunnurin gav tíðliga í tilgongdini áhugaðu byggisamtøkunum íblástur við einum uppleggi um nýggjari hallarbygningar í Danmark. Og grunnurin ummælti eisini innkomnu uppskotini í kappingini um at byggja høllina í Runavík.

LOA-grunnurin hevur greiðar treytir fyri, nær og hvussu stuðul verður latin. M.a. skulu verkætlanir, sum fáa stuðul, vera slóðbrótandi byggilistarliga og funktionelt í mun til aðrar líknandi verkætlanir í danska kongaríkinum. Eisini verður dentur lagdur á, at verkætlanirnar koma sum flestum fólkum til góðar.

Runavíkar Kommuna fegnast um, at LOA-grunnurin seinasta árið hevur valt at stuðla tveimum stórum verkætlanum í Runavík. Nýggja Skótahúsið við Løkin hevur fingið tilsøgn um 2 mió. kr. í stuðli, og nú hevur nýggja fimlelikahøllin við Løkin so fingið játtað 4 mió. kr. í stuðli.

Vit í Støkk fegnast sjálvsagt eisini!