Betri

Breiddarfimleikurin byrjar aftur skjótt
23. august 2012
Nú summarið er við at halla og heystið er í nánd, merkir hetta eisini, at fimleikaárið 2012/2013 fer at byrja aftur skjótt.

Tilmeldingin til estetisku kappingarliðini verður longu í morgin, fríggjadagin 24. august frá kl. 17-18 í hølunum hjá felagnum á kaiini í Saltangará, og mánadagin, tann 10. september, byrja øll breiddarliðini at venja.

Aftur í ár verða nógv lið til allar aldursbólkar at fara til. Millum annað kunnu nevnast foreldur og børn, børn undir skúlaaldur, børn í skúlaaldri og vaksin.

So skjótt sum allar venjingartíðirnar eru fastlagdar, verða tær at síggja her á heimasíðuni og í bløðunum.