Betri

Tríggjar fjølbroyttar og góðar framsýningar
5. apríl 2011

Byrjað varð hóskvøldið við børnum undir skúlaaldur, og síðani hildu framsýningarnar fram leygar- og sunnudagin, har hini liðini, frá 1. flokki og uppeftir, vóru meira blandað. Allar tríggjar dagar var høllin fullsett av foreldrum, ommum og abbum og øðrum, ið vóru komin at hyggja, meðan børn og vaksin framførdu. Sigast má, at sýningarnar vóru væl eydnaðar, og tað sást, at liðini hava fingið nógv burturúr í vetur.