Teir fýra, Magnus Rasmussen, borgarstjóri, Kári Jacobsen, formaður í mentanarnevndini, Sigmar Davidsen, formaður í Støkk og Sjúrður Holm, stjóri í Búsetur, hildu allir røður, og síðani setti Magnus Rasmussen tann heldur stóra spakan í.
Síðani var kaffi og annað gott at fáa inni ítróttarhøllini, meðan ymisk lið frá Støkk framførdu. Eisini spældi Jóannes S. Hansen harmonikutónleik.
Fimleikahøllin stendur væntandi liðug um eitt gott ár.
Vit í Støkk eru sjálvsagt ovurfegin, og gleða okkum til betri umstøður til fimleikin.
Fleiri myndir frá hátíðarhaldinum eru at síggja í myndasavninum!