Betri

Áheitan til foreldur
8. oktober 2012
Nú arbeiðið við nýggju fimleikahøllini er byrjað, hevur felagið eina áheitan til foreldur at børnum, sum venja fimleik í ítróttarhøllini.

Vegna trygdina av arbeiðnum, er megin parturin av økinum rundan um ítróttarhøllina avbyrgdur, og tískil heitir felagið á foreldur um at avlevera og avheinta børnini við trappurnar eystanfyri ítróttarhøllina.
Innkoyringin til ítróttarhøllina er millum Politistøðina og Heilsumiðstøðina.