Betri

Liðkappingar í amboðsfimleiki
12. november 2012
Komandi vikuskifti, 17.-18. november, skipar Fimleikasambandið fyri liðkappingum í amboðsfimleiki.

Byrjað verður leygardagin kl. 15.00, tá eldru bólkarnir kappast; kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn.

Sunnudagin kl. 13.00 er B-kapping og uml. kl 17.00 byrjar liðkappingin fyri yngru bólkarnar; pinkur, gentur, piltar og smádreingir.

Allar kappingar verða í Fimi.