Betri

Skeið fyri venjarar hjá børnum og ungum
20. januar 2013
Hevur tú hug at førleikamenna teg, at fáa eitt netverk tvørtur um ítróttagreinar og fáa íblástur til komandi kappingarár?

So er eitt skeið hjá ÍSF nakað fyri teg - sí lýsing niðanfyri!


Tann 02. og 03. feb. 2013 verður skipað fyri enn einum skeiði fyri venjarum. Hesa ferð eru grundskeiðini løgd saman, soleiðis at tað bæði er skeið 1: ítróttur fyri børn og ung, og skeið 2: ítróttur og venjing og skaðar.

Byrjað verður leygardagin kl. 9.00 til 20.30 og sunnudagin verður hildið fram frá kl. 09.00 til 17.00 í ÍSF-húsinum í Havn.

Evnið:
Ítróttanámsfrøði, ítróttaumhvørvi, menning hjá børnum, venjing, trygd og ábyrgd, etikkur og moralur. Hví venja? og hvussu?
Upphiting, anatomi og fysiologi, venjingarprinsippir, undirvísingarprinsippir.

Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt, so tá er gott við ítróttaklæðum.
Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið verður luttøkubræv útflýggjað.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at byggja víðari upp á skeiðið.

Málbólkur:
Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og hava ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Hvat fært tú burturúr:
- vitan um menningina hjá børnum fysiskt, psykiskt og samfelagsligt
-tú lærir nakað um námsfrøði, venjarar av ymsum slag, at seta sær mál, um týdningin av góðum ítróttaumhvørvi.
-ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum
-vitan um, hvussu kroppurin virkar, og hvat ein má taka hædd fyri í samband við venjing. Grundleggjandi vitan um venjing og fysiologi. Vitan um, hvussu ítróttaskaðar kunnu fyribyrgjast og um týdningin av rættari uppvenjing, um skaðin er hendur.

Upptøkutreytir:
Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu frávik frá regluni um upptøku gerast, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald:
Kostnaðurin fyri skeiðið er 650 kr. Íroknað er frálærutilfar og matur.

Tilmelding:
Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá ÍSF, við at klikkja her
Seinasta freist at melda til er 27. jan. 2013!
Eru ivamál og spurningar, ber til at seta seg í samband við Hera Sigurd Lamhauge, tlf. 295089

Støkk rindar kostnaðin fyri venjararnar hjá felagnum, ið tekna seg. Upphæddin verður útgoldin eftir lokið skeið.