Betri

Fimleikafagnaðurin 2013
21. mars 2013
Annað hvørt ár skipar fimleikasambandið fyri fimleikafagnaði í Norðurlandahúsinum, og fyrsta vikuskifti (2.-3. november) í november mánaða í ár verður fimeikafagnaður aftur á skránni.

Fimleikasambandið hevur avgjørt, at evnið til fagnaðin 2013 verður "trettan."

Uppgávan hjá feløgunum, sum luttaka í fagnaðinum, er at lýsa eitt evni, sum Fimleikasambandið avger. Við fimleiki, ljósi og ljóði kappast feløgini um, hvør megnar at lýsa ávísa evnið best. Harumframt er uppgávan at vísa breiddina í felagnum gjøgnum ársins evni. Hvørt felag fær í mesta lagi 15 minuttir til framførsluna, og á leið 100 fimleikarar plaga at luttaka fyri hvørt felag.

Tað er krevjandi at luttaka í fagnaðinum, men samstundis er hann við til at savna felagið, og samanhaldið millum fimleikararnar og venjararnar í felagnum gerst eisini gott.

Støkk gjørdist vinnari av seinasta Fimleikafagnaði, sum var í november 2011. Evnið til hendan fagnaðin var frítt, og valdu vit at lýsa "Føroyskar sagnir."


Við at klikkja á leinkini niðanfyri, ber til at síggja upptøku frá fagnaðinum hjá Støkk 2011.