Betri

B-kapping og FM fyri yngru liðini
25. apríl 2013
Komandi leygardag verður B-kapping og FM fyri yngru liðini í estetiskum fimleiki.

Byrjað verður kl. 12.00 við B-kappingini, og frá Støkk luttaka 3 lið í hesi kappingini; Pinkur Perlan, Smágentur Aldan og Gentur Rørslan.
Í FM-kappingini, sum byrjar kl. 15.00, luttaka 2 lið; Pinkur Flykran og Smágentur Vípan.
Kappingarnar verða báðar í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Spennandi verður at fylgja við, hvussu úrslitini fara at laga seg til kappingarnar. Pinkur Flykran gjørdust fyrr í ár steypavinnarar, so tað skuldi verði góður møguleiki fyri einum góðum úrsliti í hesum aldursbólki.