Betri

Gullheiðursmerki í B-kappingini
27. apríl 2013
B-kapping og FM fyri yngru liðini í estetiskum fimleiki hevur verið í Høllini á Hálsi í dag.

Í B-kappingini gekk tað framúr væl hjá okkara smágentum, sum megnaðu at vinna gullheiðursmerki við 9,48 stigum. Nr. 2 gjørdust Rósurnar við 9,13 stigum og nr. 3 Pingvinirnar við 6,63 - bæði liðini frá HF.
Hjá pinkunum gekk eisini væl, og megnaðu okkara pinkur Perlan at gerast nr. 2 við 10,27, bert 0,03 stig aftanfyri Sóljurnar hjá HF, sum fingu 10,30. Nr. 3 gjørdust hjørtuni hjá HF við 9,02 stigum.
Hjá gentunum var tað Soldátarnir hjá HF, sum gjørdust nr. 1. Gentur Rørslan hjá Støkk gjørdust nr. 4.

Í FM-kappingini var spenningurin stórur - serliga hjá pinkunum, sum fyrr í ár gjørdust steypavinnarar. Men tá endaliga úrslitið kom, var tað Ljósið, sum vann við 13,02 stigum og okkara Pinkur Flykran gjørdust nr 2. við 12,63 stigum. Nr. 3 gjørdust TInker Bell hjá HF við 11,43 stigum.
Hjá smágentunum gjørdust Svanirnir hjá HF nr. 1 við 13,68 stigum, nr. 2 og beint aftanfyri gjørdust okkara smágentur Vípan við 13,23 stigum og nr. 3 gjørdist Ljósið við 12,83 stigum.

Sí øll úrslitini frá báðum kappingunum niðanfyri!
Nakrar myndir eru í myndasavninum!


B-kappingin

Pinkur T L F Samanlagt Úrslit
Hjørtuni 2,87 1,95 4,20 9,02 3
Sóljurnar 3,73 2,30 4,27 10,30 1
Perlan 3,80 2,20 4,27 10,27 2
Flog 1,90 1,60 3,10 6,60 4



Smágentur T L F Smanlagt Úrslit
Rósurnar 2,93 2,20 4,00 9,13 2
Pingvinirnar 2,10 1,50 3,13 6,63 3
Aldan 3,30 2,15 4,03 9,48 1



Gentur T L F Samanlagt Úrslit
Soldátarnir 4,10 2,50 6,67 13,27 1
K-Kids 3,33 2,15 5,33 10,81 2
Rørslan 3,33 1,75 3,87 8,45 4
Flog 4,00 2,25 4,50 10,75 3



FM-kappingin

Pinkur T L F Samanlagt Úrslit
Tinker Bell  4,23 2,15 5,05 11,43 3
Ljósið 4,27 2,35 6,40 13,02 1
Flykran 4,43 2,45 5,75 12,63 2



Smágentur T L F Samanlagt Úrslit
Svanirnir 4,13 2,55 7,00 13,68 1
Ljósið 4,13 2,80 5,90 12,83 3
Vípan 4,53 2,55 6,15 13,23 2