28. apríl var býráðsfundur um bygging av nýggjari fimleikahøll í Runavík.
Fitt av fólki var møtt upp á fundinum - tey flestu "Støkkarar", sum sjálvsagt høvdu áhugað í málinum.
Venjingarumstøðurnar í felagnum eru ikki nøktandi, og tískil er neyðugt við betri umstøðum til íðkarar og onnur - ongantíð ov skjótt.
Býráðið samtykti í oktober 2010 at taka upp samráðingar við TN-Bygging og Fimleikafelagið Støkk um møguliga yvirtøku og tillaging av byggisáttmálanum millum Støkk og TN-Bygging. Á hesum fundinum, tann 28. apríl, skuldi støða síðan takast til trý tilmæli frá Teknisku deild, hvussu arbeiðast skuldi víðari við ætlanini.
Tilmælini vóru hesi:
1. Gera byggiskrá og bjóða út í heildarveiting.
2. Gera byggiskrá, projektera og bjóða út í høvuðsenterprisu.
3. Gera byggiskrá og liðugt projekt fyrst saman við TN-Bygging, og loyva munandi broytingum til verandi projekt.
Býráðið samtykti endaliga at gera byggiskrá og bjóða út í heildarveiting (Tilmæli nr. 1).