Betri

Venjingarlega á Eiði
29. apríl 2013
Í vikuskiftinum vóru eldru liðini í estetiskum fimleiki á væleydnaðari venjingarlegu á Eiði.

Tíðliga fríggjamorgunin møttu øll liðini, gentur, unglingar og kvinnur, í Skipafelagnum, og kl. 9.00 byrjaði fyrsta venjingin í Ítróttarhøllini á Eiði. Aftaná venjing í tveir tímar var steðgur, og síðani helt venjingin á fram til á kvøldi, tá góður døgurði var at fáa.

Fríggjakvøldið høvdu venjararnir saman við samskiparunum skipað fyri eini postarenning runt í Eiðis bygd. Genturnar vórðu deildar í bólkar, og skuldu síðani loysa ymisku uppgávurnar á postunum. Hóast tað var kalt í veðrinum, eydnaðist postarenningin sera væl og genturnar hugnaðu sær óført.

Leygarmorgunin var venjing aftur á skránni, og síðani gekk leiðin suður til Havnar at heppa á yngru liðini, sum kappaðust í B-kappingini og FM.

Frá venjarunum hava vit frætt, at nógv er komið burturúr venjingunum á Eiði.

Samanumtikið ein væleydnað og lærurík venjingarlega.

Myndir frá leguni eru at síggja í myndasavninum!