Betri

Prógv sum venjari 2
30. apríl 2013
20 venjarar úr řllum landinum hava nú tikiđ prógv sum "Venjari 2", og ein av teimum er Heri S. Lamhauge, samskipari og venjari í ambođsfimleikinum.

Ítróttasamband Fřroya skipar árliga fyri vćlumtóktu venjaraútbúgvingini fyri allar ítróttagreinir. Útbúgvingin er samansett av 4 přrtum. Fyrsti partur eitur "Venjari 1" og er samansettur av tveimum skeiđum.

Í ár hevur eisini veriđ mřguleiki at fara eitt stig víđari til "Venjari 2". Hesin partur av útbúgvingini er í trimum přrtum og nú hevur seinasti partur veriđ.

Venjari 2 er sett saman av eini rřđ av skeiđum um ymisk evnir. Tey skeiđ, iđ eru partur av hesi útbúgving eru:
  • Aldursrelatera venjing
  • Fysisk venjing
  • Aerob venjing
  • Anaerob venjing
  • venjaraleikluturin
  • Styrkivenjing
  • Ítróttarskađar
  • Ítróttar psykologi
  • Kostur
  • Teknikvenjing
  • Venjingarplanlegging

20 ítróttarvenjarar frá 6 ymiskum ítróttagreinum luttóku og hava fingiđ prógv á venjara 2 - stigi.

Sum ein liđur í at menna venjararnar í felagnum á řllum řkjum, meta vit, at tađ er týdningarmikiđ, at venjarar ogna sćr slík prógv. Hetta gevur nýggjan íblástur og er ivaleyst til gagns fyri okkara íđkarar.

Vónandi verđa tađ fleiri av okkara venjarum, sum í framtíđini fara at ogna sćr slík prógv. Ítróttasamband Fřroya skipar regluliga fyri hesum skeiđunum og lýst verđur á heimasíđuni, tá nćsta skeiđiđ verđur.

Vit ynskja Hera til lukku viđ próvnum!