Betri

Samsýningar 2012/2013
7. mai 2013
Í hesum døgum verða samsýningarnar til venjarar, samskiparar og onnur útgoldin. Samsýningarnar verða útgoldnar um skattaskipanina. Inntøkan frá Støkk verður skattað, tá hon verður útgoldin. Tá ið skattaárið er liðugt verður ein frádráttur settur inn, sum er tað sama sum inntøkan. Hesin frádráttur ger, at tann skatturin, sum er goldin av inntøkuni, verður útgoldin aftur. Hetta hendir í mars mánað árið eftir.