Betri

Gamla Støkkhøllin verður nú søga
7. mai 2013

Gamla Støkkhøllin, eisini kend sum Glyvra Bio, verður nú tikin niður.

Tað er við sorgblídni, at vit í felagnum nú siga farvæl við gomlu Støkkhøllina, har vit í nógv ár hava húsast.
Gamla Støkkhøllin hevur avgjørt verður til gagns fyri felagið, men tey seinastu árini hevur høllin verið í so ringum standi, og eru tað longu fleiri ár síðani felagið gavst at brúka høllina til fimleik.
Avtala bleiv gjørd við Runavíkar Kommunu um at yvirtaka gomlu høllina, og nú verður hon so tikin niður.

Harafturímóti hava vit nógv at gleða okkum til; nýggja fimleikahøllin við Løkin er nevniliga undir bygging, og skjótt fara vit at hava flott og nýmótans hølir at venja í. Hetta síggja vit fram til við stórum spenningi!