Betri

FM fyri eldru liðini í estetiskum fimleiki
10. mai 2013
í morgin, leygardagin 11. mai, verður FM í estetiskum fimleiki fyri gentur, unglingar og kvinnur.

Fýra feløg luttaka í kappingini; Fimleikafelagið Ljósið, Havnar Fimleikafelag, Flog og Støkk.
Frá okkum luttaka lið í øllum trimum aldursbólkum og eru hesi Gentur Svalan, Unglingar Hvirlan og Kvinnur Viljin.

Til undanfarnu steypakappingar í hesum kappingarárinum hevur verið sera tøtt kapping um 1. plássið millum Havnar Fimleikafelag og Støkk í gentum og kvinnum, so tað verður spennandi at síggja, hvussu øll úrslitini fara at laga seg.

Kappingin byrjar kl. 14. 00 og verður í Høllini á Hálsi í Havn.

Góða eydnu, allar samlar!