Betri

Genturnar Føroyameistarar
11. mai 2013
Í dag var lagt upp til sera spennandi kapping um føroyameistaraheitið í estetiskum fimleiki fyri gentur, unglingar og kvinnur.

Hjá gentunum hevur spenningurin verið stórur fram til FM, av tí at kappingin um 1. plássið hevur verið so tøtt í undanfarnum kappingum í ár. Tað sama hjá kvinnunum.
Tá avtornaði megnaðu genturnar við eini frálíkari framførslu at vinna eitt flott gullheiðursmerki. Genturnar hjá HF gjørdust nr. 2, og nr. 3 varð Ljósið.

Hjá unglingum var tað HFa, sum gjørdist føroyameistari, Ljósið nr. 2 og HF b nr. 3. Unglingarnir hjá Støkk fingu 4. plássið.

Hjá kvinnunum var tað aftur HF, sum vann, nr. 2 gjørdist Flog og okkara kvinnur fingu bronsuheiðursmerki.

Samanumtikið ein spennandi kapping, har vit í Støkk megnaðu at vinna eitt føroyameistaraheitið og sostatt fáa steyp til ognar.

Niðanfyri ber til at síggja øll úrslitini frá kappingunum í dag! Myndir eru í myndasavninum.

Gentur T L F Samanlagt Úrslit
Ljósið 3,47 2,07 5,05 10,59 3
Snjóhvíta (HF) 4,33 2,57 6,65 13,55 2
Svalan (Støkk) 4,33 2,63 6,60 13,56 1


Unglingar T L F Samanlagt Úrslit
Ljósið 3,90 2,50 6,75 13,15 2
Macavity (HFb) 3,57 2,60 6,80 12,97 3
Confessions (HFa) 4,10 2,77 7,15 14,02 1
Gívrarnir (Flog) 3,03 1,80 5,85 10,61 5
Hvirlan (Støkk) 3,27 2,23 6,55 12,05 4


Kvinnur T L F Samanlagt Úrslit
Ljósið 3,27 2,63 6,55 12,45 4
HF 4,43 3,00 7,50 14,93 1
Flog 4,37 2,67 6,95 13,99 2
Viljin (Støkk) 3,80 2,77 7,25 13,82 3