Betri

FM í amboðsfimleiki
17. mai 2013
Um Hvítusunnuna verður føroyameistarakapping í amboðsfimleiki fyri eldru bólkarnar.
Bólkarnir, ið fara at kappast, eru kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn.

Leygardagin er tað føroyameistarin í øllum amboðum tilsamans, sum skal finnast, og mánadagin, 2. Hvítusunnudag, er tað føroyameistarin í hvørjum amboði sær, sum skal finnast. 6 teir bestu fimleikararnir í hvørjum amboði leygardagin, sleppa víðari ti kappingina mánadagin.

Kappast verður í øllum amboðum; gólvi, bita, lop og forskotnari barr á kvinnusíðuni, og gólvi, lop, paralellari barr, ringum, reck og beinsveiggj á mannfólkasíðuni.

Kappingarnar verða í Fimi, og byrja báðar dagar kl. 14.00.

Frá Støkk luttaka fimleikarar í kvinnum, og verður tað spennandi at síggja hvussu úrslitini fara at laga seg.