Í vikuskiftinum verður føroyameistarakapping í amboðsfimleiki fyri eldru bólkarnar. Kappingin verður í Fimi í Havn.
Frá Støkk luttaka Kvinnuunglingar/Kvinnur.
Leygardagin byrjar kappingin kl. 13.00, og tá verður føroyameistarin í øllum greinum tilsamans funnin.
Sunnudagin verður byrjað kl. 13.30, og tá er tað føroyameistarin í hvørjari einstakari grein, ið skal finnast.
Tað verður spennandi at fylgja okkara gentum í kappingini um FM-heitið, og vit ynskja teimum sjálvsagt góða eydnu!