Betri

Landsliðið úttikið
23. mai 2013
Í samband við oyggjaleikirnar á Bermuda í summar, er fimleikalandsliðið nú úttikið.

10 fimleikarar eru úttiknar til at umboða Føroyar - 5 kvinnur og 5 menn.
Frá Støkk er Anita S. Davidsen úttikin.

Hjá kvinnum eru hesar úttiknar:

Anita S. Davidsen
Katrin Wardum
Birita Poulsen
Eydna Danielsen
Fríðhild R. Norðgerð (vantar á myndini)

Hjá monnum eru hesir úttiknir:

Aron Jacobsen
Bogi Berg
Olivur Debes Eiriksfoss
Jóni B. Christiansen
Øssur Debes Eiriksfoss

Venjarar hjá landsliðnum eru Alida og Valery Savin.

Oyggjaleikirnar á Bermuda verða í døgunum frá 13.-19. juli 2013.