Betri

Úttøka fyri Pinkur og Smágentur
20. august 2013
Komandi fríggjadag, 23. august, verður tilmelding til úttøku fyri yngru kappingarliðini í estetiskum fimleiki.
Tilmeldingin verður í hølunum hjá Støkk á kaiini í Saltangará frá kl. 17-18.

Allar gentur, sum eru føddar frá 2002-2006 kunnu melda seg til. Aftaná venjing í uml. tvær vikur, verður úttøka.

Venjingartíðirnar verða útflýggjaðar til tilmeldingina.

Úttøkan fyri eldru liðini var hildin í mai mánaði, sostatt eru tey liðini longu mannað og til reiðar at fara undir nýtt kappingarár.


Sí annars eisini kunning um tilmelding til úttøku sum PDF-skjal niðanfyri