Betri

Venjingartíðirnar í estetiskum fimleiki
8. september 2013
Allar úttøkur hava nú verið í estetiskum fimleiki, og hava vit tilsamans fingið mannað 7 lið - 3 pinkulið, 1 smágentulið, 2 gentulið og 1 unglingalið.
Tó er framvegis møguleiki hjá øllum gentum 6 ár til og við 3. flokk at melda seg til grundvenjing í estetiskum fimleiki. Venjingin er hvønn mikudag kl. 16-17 í hølunum hjá Støkk á kaiini í Saltangará. Fyrsta venjing er komandi mikudag, 11. september.

Við at klikkja á leinkið niðanfyri, ber til at síggja venjingartíðirnar 2013/14 í estetiskum fimleiki.
Leggjast skal aftrat, at væntandi verða onkrar broytingar gjørdar aftaná heystferiuna.