Betri

Nýggjur Støkkbúni
14. september 2013
Støkk hevur nú gjørt nýggjan klædnasáttmála við Berglon.

Eftir at Støkkbúnin seinastu árini hevur verið av merkinum "Hummel," hevur felagið valt at fara nýggjar leiðir. Støkkbúnin verður nú av merkinum "Jako", og fæst til keyps í Berglon í Runavík.
Nýggi búnin er myrkabláur við eitt sindur av ljósabláum og gulum á eisini og er at fáa í bæði konufólka- og mannfólkasniði. (Sí mynd)
Til ber at keypa jakka og buksur, sum ikki eru í somu stødd.

Fram til 30. september ber til at bíleggja klæðini og harvið fáa tey bíligari, enn tann vanliga kostnaðin.
Bíleggingarseðlar eru at fáa í Berglon.
Umframt Støkkbúnan, ber eisini til at bíleggja ymiskt annað tilhoyr, t.d. t-shirt, tasku, ryggsekk, dunkar og venjingarklæðir til bæði konufólk og mannfólk.

Aftaná 30. september fer tað sjálvsagt kortini at bera til at ogna sær klæðini í Berglon, men ynskir man at fáa klæðini bíligari, so er at bíleggja innan 30. september 2013.

Sí fleiri myndir av nýggja Støkkbúnanum í myndasavninum!