Fýra feløg luttaka í fagnaðinum; Fimleikafelagið Ljósið, Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Flog og Støkk.
Við fimleiki, ljósi og ljóði kappast feløgini um at lýsa eitt ávíst evni best. Í ár skulu feløgini lýsa evnið "13".
Tríggjar sýningar verða; leygardagin kl. 18 og sunnudagin kl. 15 og kl. 18. Til seinnu sýningina sunnudagin verður vinnarin funnin. Útselt er til hesa sýningina. Atgongumerki til hinar sýningarnar kunnu annars keypast á nlh.fo.
Spennandi verður at fylgja við í fagnaðinum, og vit í Støkk gleða okkum sjálvsagt nógv til at luttaka.