Betri

HF vann fimleikafagnaðin 2013
4. november 2013
Um vikuskifti var Fimleikafagnaður í Norðurlandahúsinum. Eftir at vit í Støkk tær seinastu tríggjar ferðirnar hava vunnið fagnaðin, varð tað í ár HF, sum gjørdist vinnari.

Evnið í ár var "13" og hevði HF valt at lýsa hendingina um Apollo 13. Framførslan hjá Ljósinum varð bygd á Fríggjadag tann 13., og Flog grundaði sína framførslu á trettandu nátt frá søguni um kópakonuna.
Vit í Støkk valdu at lýsa lívið hjá tannáringinum í Føroyum í 2013, og harvið eisini at draga nógv umtalað samfelagslig og politisk evnir, sum hava verið nógv frammi í 2013, uppí.

Fimleikafagnaður er annaðhvørt ár, og verður tískil aftur í 2015 - vit gleða okkum longu! 

Í samband við at fagnaðurin nú er av, bjóðar nevndin øllum fimleikarum, venjarum og hjálparfólki til fimleikafagnaðin til hugnaløtu í kantinuni í skúlanum við Løkin í kvøld, mánakvøldið 4. nov., kl. 19-21.

Upptøka av framførsluni hjá Støkk verður annars at síggja her á síðuni, eftir ætlan seinni í kvøld.