Betri

Til Norður-írlands at kappast í NEC
22. november 2013
Í gjár fóru sjey av teimum bestu føroyskum fimleikarunum til Norður-írlands at luttaka á Northern European Championships (NEC) í amboðsfimleiki.

Fimleikararnir, sum umboða Føroyar, eru Øssur D. Eiriksfoss, Olivur D. Eiriksfoss, Ari Sakarisson, Bogi Berg, Katrin Wardum, Annika B. Hansen og Anita S. Davidsen.

Venjari hjá dreingjunum er Valery Savin og hjá gentunum Alida Savin.

Fimleikararnir, sum luttaka í kappingini, eru millum heimsins bestu, og tí verður spennandi at vita, hvussu føroysku fimleikararnir fara at klára seg. Kappingin verður leygardagin, og finalurnar vera sunnudagin.

Umframt fimleikarar, eru eisini tríggir dómarar úr Føroyum við til kappingina. Teir eru Eyvind Akraberg Hansen, Pól Esper H. Hansen og Heini í Dali. Við frá Fimleikasambandinum er Harald Joensen.