Komandi leygardag verður 2. steypakapping í estetiskum
fimleiki í ítróttarhøllini á Kambsdali.
Kl. 13. byrjar kappingin fyri pinkur og smágentur, og uml. kl. 16 byrjar
kappingin hjá gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.
Aftur hesa ferð hava fleiri feløg melda til; Havnar Fimleikafelag,
Fimleikafelagið Ljósið, Fimleikafelagið Flog og Støkk.
Frá Støkk luttaka tilsamans 7 lið; 3 pinkulið, 1 smágentulið, 2 gentulið og 1
kvinnuunglingalið.
Úrslitið frá 1. steypakapping verður lagt saman við úrslitinum frá hesari
kappingini, og liðið, sum fær besta samanlagda úrslit, gerst steypavinnari.
Til 1. steypakapping, sum var síðst í januar mánaða, megnaðu vit at vinna gull
í pinkum, smágentum og gentum. Sostatt verður sera spennandi at fylgja við í
gongdini til hesa kappingina.
2. steypakapping í estetiskum fimleiki
12. mars 2014