Sum nakað nýtt í ár, eru vit farin undir summarvenjing í estetiskum fimleiki.
Fyrsta venjingin var í gjár, og má sigast, at undirtøkan var góð.
Venjingarnar halda á fram hvønn týsdag í Glyvra skúla fram til 21. juni.
Tey yngru (gentur føddar í 2000-2004) venja kl. 18-19.30, og tey eldru (gentur føddar í 1999 og áðrenn) kl. 19.30-21.
Allar gentur, sum hava áhugað í at royna at venja estetiskan fimleik, eru vælkomnar. Kostnaðurin er 150 kr, sum má verða goldin, áðrenn man luttekur í venjingini.
Enn er møguleiki at royna seg í summarvenjingini!
Myndir frá summarvenjingini í gjár, eru at síggja í myndasavninum "2011"