Betri

Fimleikaframsýningin 2014
26. mars 2014
Sum áður kunnað, verður árliga fimleikaframsýningin hjá felagnum vikuskiftið, 5.-6. apríl.
Av tí at ítróttarhøllin í Runavík er undir umvæling, verður framsýningin í ár hildin í ítróttarhøllini á Kambsdali.

Felagið hevur nógvan fjølbroyttan fimleik at sýna fram, m.a. foreldur og børn, børn undir skúlaaldur, tey vanligu liðini frá 1.-10. flokk, kappingarlið í reiðskapi og estetisk kappingarlið. Merki og ídnisprógv verða eisini handað undir framsýningini.

Allar dagarnar verður skipað fyri páskareggjatombola, og fæst kaffi og okkurt gott afturvið til keyps úti í gongini.
Atgongumerkjasølan byrjar ein tíma undan framsýningini.

Leygarmorgunin kl. 11.00 er framsýningin hjá børnum undir skúlaaldur.
Leygardagin og sunnudagin, báðar dagar kl. 15.00, eru hini liðini meira blandað.

Eins og undanfarin ár, verður royndarframsýning fríggjadagin fyri liðini, ið sýna fram leygar- og sunnudag kl. 15.00.
Tey liðini, ið sýna fram leygardag hava royndarframsýning frá kl. 16-19, og tey, ið skulu sýna fram sunnudag frá kl. 19-22.


Leygarmorgun kl. 11.00:

Børn og foreldur
Reiðskap gentur 5-6 ár
Gentur og dreingir 4 ár
Estetisk grundvenjing 6 ár-3. fl.
Dreingir 5-6 ár
Gentur 5 ár
Gentur 6 ár

Leygardag kl. 15.00:

1. fl. dreingir
2. fl. gentur
4 fl. gentur
2. fl dreingir
Gentur Eydnan, estetiskt kappingarlið
5. fl. gentur
Pinkur Flykran, estetiskt kappingarlið
6.-7- fl. gentur
4. fl. dreingir
Pinkur, reiðskap kappingarlið
8.-9. fl. dreingir
9.-10. fl. gentur
Gentur 5.-7. fl., reiðskap
Kvinnuunglingar Viljin, estetiskt kappingarlið
10. fl. dreingir og eldri

Sunnudag kl. 15.00:

1. fl. gentur
3. fl. gentur
Smágentur Vípan, estetiskt kappingarlið
3. fl. dreingir
Gentur 1.-4. fl., reiðskap
5.-6. fl dreingir
Pinkur Aldan, estetiskt kappingarlið
Gentur 8.-10. fl., reiðskap
Pinkur Viólin, estetiskt kappingarlið
Dreingir og gentur, reiðskap kappingarlið
7. fl. dreingir
Gentur Svalan, estetiskt kappingarlið
Toskarnir