Betri

Nógvur fjølbroyttur fimleikur
6. apríl 2014

Ítróttarhøllin á Kambsdali hevur í vikuskiftinum verið karmur um árligu fimleikaframsýningina hjá felagnum.


Framsýningin byrjaði leygarmorgunin kl. 11, tá børn undir skúlaaldur framførdu, og síðani helt framsýningin fram leygar- og sunnudagin kl. 15, tá hini liðini frá 1. flokki og uppeftir vóru meira blandað.


Til allar tríggjar framsýningarnar var høllin fullsett av foreldrum, ommum og abbum og øðrum, ið vóru komin at hyggja, meðan børn og vaksin framførdu.


Felagið hevði nógvan fjølbroyttan fimleik at sýna fram, og sigast má, at sýningarnar vóru væl eydnaðar. Tað sást, at fimleikararnir hava fingið nógv burturúr hendan fimleikaveturin.


Breiddarliðini hava nú steðg fram til heyst, tá fimleikurin byrjar aftur. Tó venja kappingarliðini nakað aftrat.


Myndir frá øllum trimum framsýningardøgunum eru at síggja í myndasavninum!