Teir sjey fimleikararnir eru Øssur D. Eiriksfoss, Bogi Berg, Aron Jacobsen, Rani Allansson Dalsgarð, Katrin Wardum, Anita S. Davidsen og Lív B. Árting.
Venjari hjá dreingjunum er Valery Savins og venjari hjá gentunum er Alida Savina.
Fimleikarar, sum eru við í hesi kapping, eru góðir fimleikarar, og tí verður tað sera spennadi at vita, hvussu føroysku fimleikararnir fara at standa seg.
Kappingin verður hósdagin 17. og fríggjadagin 18. apríl.
Somuleiðis eru ikki færri enn tríggir dómarar við í kappingini. Teir eru Pól Esper H. Hansen, Elinborg Tróndardóttir Durhuus og Anna Margit Thomsen.
Til ber at fylgja við kappingini á hesum leinkinum: http://score.sporteventsystems.se/default.aspx