Betri

Flaggdagsskrúðgonga
23. apríl 2014
Komandi fríggjadag, flaggdagin 25. apríl, skipar Runavíkar Kommuna fyri flaggdagshaldi við býráðshúsið kl. 15.00. Símun J. Hansen flytir fram røðu og Nes Sóknar Musikfelag spælir.
Aftaná tiltakið verða kakao og bollar at fáa.
Skótar og ítróttafólk ganga skrúðgongu frá posthúsinum - møtt verður kl. 14.30!

Felagið heitir á øll, sum hava íðkað fimleik í vetur - bæði íðkarar og venjarar, um at møta fjølment til skrúðgonguna!