Betri

Frálík úrslit í amboðsfimleiki hetta vikuskiftið
28. apríl 2014
Um vikuskiftið kappaðust yngru bólkarnir í amboðsfimleiki í FM og B- kapping.

Ikki kann sigast annað enn, at hetta var eitt væl eydnað vikuskiftið, tí fleiri av okkara fimleikarum megnaðu at vinna heiðursmerkir.
Leygardagin skuldi føroyameistarin í øllum amboðum tilsamans finnast. Í piltum megnaði Magnus Hansen frá Støkk at gerast føroyameistari, og Fríði Langgaard, eisini frá Støkk, megnaði at vinna bronsuheiðursmerki. Martin Agnarsson úr HF gjørdist nr. 2.
Ì gentum megnaði Marta Nielsen frá Støkk at gerast silvurvinnari, Fía Smith úr HF nr. 1 og Christina Arge nr. 3.
Fleiri av okkara fimleikarum, bæði í B-kappingini og í FM, megnaðu at vera ímillum 6 tey bestu í hvørjum amboði og sostatt at koma víðari til amboðskappingina sunnudagin. (Sí hesi úrslit niðanfyri)

Hetta vikuskiftið bleiv tað tilsamans til 6 gullheiðursmerkir, 6 silvurheiðursmerkir og 8 bronsuheiðursmerkir.
Samanumtikið eitt sera flott avrik av fimleikarunum!

Við at klikkja á leinkini niðanfyri, ber til at síggja øll úrslitini frá kappingunum

Úrslit frá B-kapping leygardag

Úrslit frá FM leygardag

Úrslit frá B-kapping sunnudag (amboðsfinalur)

Myndir frá kappingunum eru at síggja í myndasavninum!