Betri

FM í estetiskum fimleiki
8. mai 2014
Komandi leygardag, 10. mai, verður endaliga FM-kappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn.

Seinasta vikuskifti var innleiðandi kapping, har fýra tey bestu liðini í hvørjum aldursbólki komu víðari. Hesi liðini fara nú at kappast endaligt um at gerast føroyameistarar 2014 í estetiskum fimleiki.
Karakteturin frá kappingini seinastu vikuskifti verður lagdur saman við karakterinum til hesa kappingina.

Frá Støkk luttaka hesi liðini: Pinkur Flykran, Smágentur Vípan, Gentur Svalan og Kvinnuunglingar Viljin.

Sum nakað nýtt fer Kringvarpið at senda beinleiðis frá allari kappingini í sjónvarpinum. Byrjað verður kl. 14.00 og væntast kappingin at verða liðug kl. 16.30.

Spennandi verður at fylgja við í gongdini. Góða eydnu!