Betri

FM í amboðsfimleiki fyri eldru bólkarnar
16. mai 2014
Leygardagin og sunnudagin, 17.-18. mai verður FM í amboðsfimleiki fyri eldru bólkarnar í Fimi í Havn.

Bólkarnir, ið fara at kappast eru kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn. Kappast verður í 4 amboðum á kvinnusíðuni og 5 á mannfólkasíðuni.
Leygardagin er tað føroyameistarin í øllum amboðum til samans, ið skal finnast. Sunnudagin kappast 6 tey bestu í hvørjum amboði frá leygardegnum um at gerast føroyameistari í hvørjum amboði sær.

Kappingin byrjar báðar dagar kl. 14.00.