Á aðalfundinum, 6. mai, vóru nýggj umboð vald í nevndina hjá felagnum.
Svenhild Breiðaskarð og Poli Jacobsen ynsktu ikki at halda á fram við nevndararbeiði, sostatt skuldu nýggj umboð veljast í nevndina.
Tey nýggju, ið vórðu vald eru Elinbjørg Hansen og Ólavur Thune. Aimée Jacobsen, sum hevur verið eykalimur, er nú eisini nevndarlimur.
Sigmar Davidsen og Birna Vestergaard verða framhaldandi í nevndini.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Sigmar Davidsen, formaður
Birna Vestergaard, næstforkvinna
Aimée Jacobsen, skrivari
Elinbjørg Hansen, kassameistari
Ólavur Thune, nevndarlimur
Eykalimir eru Hanna Jensen og Tinna Johansen