Betri

Karnivalur á Eystanstevnu
11. juni 2014
Festligi og væl umtókti karnivalurin verður aftur í ár á Eystanstevnu.

Fyrireikararnir hava í ár valt, at temaði skal vera Disney, sum tey flestu av okkum uttan iva munnu kenna til.
Eystanstevnan verður vikuskiftið 20-22. juni. Karnivalurin verður fríggjakvøldið 20. juni og væntast at koma á stevnuøkið kl. 19.00. Luttakararnir møta við skúlan við Løkin kl. 18.00.

Øll, bæði ung sum eldri, eru vælkomin at vera við í karnivalinum!