Aftur í ár verður skipað fyri árliga Laksa- og sølutorginum í Runavík, sum Kunningarstovan í Runavík og Runavíkar Kommuna skipa fyri.
Hetta tiltakið hevur verið afturvendandi í nøkur ár og verið sera væleydnað. Byrjað var við hesum útitiltaki fyri nøkrum árum síðan og er hetta einasta tiltak av sínum slag í Føroyum.
Tiltakið verður leygardagin 19. juli frá kl. 10.00-16.00.