Í samband við at nýggja fimleikahøllin verður tikin í nýtslu, skipar Runavíkar Kommuna fyri almennum hátíðarhaldi komandi leygardag, 23. august. Nærri kunning um hátíðarhaldið verður í komandi døgunum.
Árliga fimleikaárið hjá felagnum fer annars í gongd aftur 15. september, tá breiddarliðini byrja aftur at venja.
Venjingin til estetisku kappingarliðini byrjar tó eitt sindur áðrenn - tann 25. august. Nærri kunning um alt hetta verður lýst á síðuni í komandi døgunum.