Betri

Nýggja fimleikahøllin tikin í nýtslu leygardagin
21. august 2014
Komandi leygardag, 23. august, verður nýggja fimleikahøllin tikin í nýtslu. Í hesum sambandi skipar Runavíkar Kommuna fyri almennari móttøku í nýggju høllini.

Seinastu tvey árini hevur Runavíkar Kommuna bygt nýggja fimleikahøll í Runavík. Fimleikahøllin er bygd saman við ítróttahøllini, og er hendan eisini høvuðsumvald.

Nýggja høllin inniheldur eina amboðshøll, eina høll til estetiskan fimleik, eitt øki til liðfimleik, umklæðingarhøli, fundarhøli og fitness-øki. Høllin verður nýggja heimið hjá Støkk, sum hevur eini 600 virknar limir.
Ítróttahøllin hevur fingið nýtt tak, ljós, loft, gólv, flytbara tribunur, eins og umklæðingarrúmini eru dagførd. Hondbóltsfelagið Tjaldur hevur sítt virksemi í ítróttahøllini. NSÍ og bogaskjótifelagið Ørvur halda eisini til í høllini.

Búsetur hevur staðið fyri byggiarbeiðinum, og hevur Lokale- og Anlægsfonden stuðlað verkætlanini.

Runavíkar Kommuna vónar at síggja nógv fólk á almennu móttøkuni, sum verður kl. 13.00 leygardagin við røðum, fimleiki, tónleiki og einum drekkamunni. Eisini verður navnið á samlaða ítróttabygninginum avdúkað á móttøkuni. Frá uml. kl. 14 til 17 ber til at hyggja seg um í hallunum - hesa løtuna verður fjølbroytt ítróttavirksemi í báðum hallunum.

Vit í Støkk eru sjálvsagt ovurfegin um, at Kommunan hevur tikið stigi til at byggja nýggju høllina, sum avgjørt fer at vera til gagns fyri felagið. - Við nýggju høllini fáa vit bestu umstøður í landinum til at íðka fimleik.

Í samband við almennu móttøkuna fer Støkk at hava eina lítla framsýning við fjølbroyttum fimleiki og harumframt fara ymisk lið at venja í høllini, meðan fólk havi høvi til at hyggja seg um.

Vit gleða okkum til leygardagin!