Betri

Stórfingið hátíðarhald í Bylgjuni
24. august 2014
Sera nógv fólk høvdu leitað sær við Løkin í dag, har Kommunan skipaði fyri almennum hátíðarhaldi í samband við, at nýggja fimleikahøllin varð tikin í nýtslu.

Á skránni vóru røður, tónleikaframførslur og fjølbroyttur fimleikur frá Støkk, har bæði ung og eldri sýndu fram.
Eisini varð navnið á samlaða bygninginum avdúkað, og eitur høllin "Bylgjan."

Um heitið á bygninginum stendur soleiðis skrivað:

"Bæði heitið Bylgjan og byggilistarliga sniðið ímynda rørslu, áhaldni og framburð. Sniðið á bygninginum er ein bylgja, sum kemur rullandi og brýtur á hægsta punkti.

Bylgjan, sum formar sítt umhvørvi við sínum áhaldandi og endurtakandi rørslum, er sum feløgini, íð skulu búleikast í hesum hølum. Við áhaldandi og endurtakandi venjing forma hesi feløg børn og ung til sterk og áhaldin ítróttafólk.

Fyrr var fjørðan og bylgjan besta spæliplássið hjá børnum, har tey hugnaðu sær og mentust sum menniskju. Við Bylgjuni kunnu vit endurtulka gamla spæliplássið, soleiðis, at børn eisini í dag møtast, mennast og stuttleika sær í Bylgjuni.

Havið er ein so grundleggjandi partur av okkara mentan og høvuðsvinnu, at Bylgjan eisini riggar væl sum karmur um mentanarlig og vinnulig tiltøk."


Aftaná formliga partin, kundu fólk hyggja seg um í hallunum, meðan ymisk lið frá bæði Støkk og Tjaldur vandu í teimum ymisku hallunum, soleiðis at fólk kundu síggja, hvussu høllin fer at roynast í verki.

Ein sannur fagnaðardagur fyri okkum í Støkk og sjálvsagt eisini onnur ítróttaáhugað her um leiðir.
Fyri okkum er ein nýggj tíð byrjað, og gleða vit okkum til at byrja eitt nýtt fimleikaár við hesum framúr umstøðunum, ið vit nú hava fingið.

Myndir frá hátiðarhaldinum eru ávegis