Betri

Nýggi Støkksangurin á Itunes
28. august 2014
Nýggi Støkksangurin, sum bleiv spældur fyrstu ferð á hátíðarhaldinum í Bylgjuni leygardagin, er nú at fáa á Itunes.

Niklas Johannesen hevur gjørt bæði orð og lag, og Terji Vestergaard eigur røddina. Støkkarar syngja eisini við, hesi eru: Sigmar, Pól Esper, Dagbjørt, Martin Óli, Dánjal, Maria og Fríða.

Sangurin eitur "Vit eru Støkk".