Betri

Broytingar vegna Fólkafundin
16. september 2014
Av tí at Fólkafundurin 2014 verður í Bylgjuni komandi vikuskifti, verða broytingar í venjingini hósdagin, fríggjadagin og leygardag.

Breiddarliðini, sum eiga at venja í Bylgjuni hósdag og fríggjadag, fara ístaðin at venja í Glyvra skúla hesa vikuna.
Venjingin leygardag fyri foreldur og børn verður tíverri avlýst og byrjar tískil næsta leygardag, tann 27. september 2014.

Sí broytingar sum pdf-skjal niðanfyri