Betri

Estetisku liðini 2014/15
4. oktober 2014
Fyrireikingarnar til kappingarárið 2014/15 í estetiskum fimleiki eru av álvara farnar í gongd.
Felagið er aftur í ár væl umboðað við heili 7 liðum tilsamans; 2 pinkulið, 2 smágentulið, 2 gentulið og 1 kvinnuunglingalið.

Fimleikasambandið skipar fyri 4 kappingum í ár, tær eru lagdar soleiðis:

31. januar - 1. steypakapping á Kambsdali
21. mars - 2. steypakapping í Runavík
23. mai - FM-undankapping í Havn
25. mai - FM í Havn

Myndin omanfyri er av Kvinnuunglingum Svalan. Venjarar eru Hansa og Eyð. Sí myndir av hinum liðunum niðanfyri!


Pinkur Viólin. Venjarar eru Miriam, Mary og Maria



Pinkur Aldan. Venjarar eru Aimée og Tanja.



Smágentur Vónin. Venjarar eru Benadikta og Jonna.



Smágentur Flykran. Venjarar eru Kirstin, Jórunn og Judit.



Gentur Eydnan. Venjarar eru Eyðbjørg og Miriam H.



Gentur Vípan. Venjarar eru Sanna og Durita.