Betri

Skeið fyri breiddarvenjarar
4. oktober 2014
Sum ein liður í at menna breiddarfimleikin, skipar Fimleikasambandið fyri skeiði fyri allar breiddarvenjarar, ung sum eldri, roynd sum óroynd.
Skeiðið er lagt til rættis soleiðis, at tað er møguleiki hjá øllum feløgum at vera við.
Skeiðið verður 26. oktober frá kl. 13-17 í Bylgjuni í Runavík, og er ókeypis.

Tað er týdningarmikið so nógv sum gjørligt møta til skeiðið, og tískil heitir felagið á allar venjarar um at tilmelda!

Tilmelding fer fram við at senda t-post til helen@fimleikur.fo innan 12. oktober.

Sí kunning sum pdf-skjal við at klikkja her