Betri

Læruríkt og væleydnað venjaraskeið
27. oktober 2014
Sunnudagin skipaði Fimleikasambandið fyri skeiði fyri breiddarvenjarar.
Øll feløg í landinum vóru bjóðað at vera við og vóru luttakarar frá Fimleikafelagnum Flog, Fimleikafelagnum Ljósinum, Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag og Støkk.

Endamálið var at geva venjarunum eitt grundleggjandi skeið í amboðsfimleiki og rútmiskum fimleiki, har teir bæði fingu ástøðiliga vitan og høvdu høvi at royna seg verkliga. Millum annað lærdu venjararnir at brúka tey ymisku amboðini, og móttøkur í samband við lop o.s.fr. Harumframt vóru ymisk barnavinarlig smáspøl á skránni, og ein partur av skeiðnum snúði seg eisini um tónleik í venjingini.

Høvuðsskeiðshaldari var Marjun Thomassen og aftrat sær hevði hon nøkur hjálparfólk.